Lyrics

Køld er henda nýggja náttin Eg svølgi døggsins beiska frost Einki sæst Og einki merkist Gráa ljósið veitir onga troyst Brátt sá eg teg ei Og visti ei um tín veg Brátt trein eg eitt fet av leið Og mjørkin tók teg Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru Eg síggi ongar varðar har teir vóru Revsing fyri veikleika Revsing fyri kaldan kærleika Lønin fyri sjálvsøkin mál Lønin fyri sár á eina vakra sál Brátt sá eg teg ei Og visti ei um tín veg Brátt trein eg eitt fet av leið Og mjørkin tók teg Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru Eg síggi ongar varðar har teir vóru Einsami tú Hvar ert tú nú Ert tú vilstur sum eg Nátt fevnir meg Men uttan teg Fari eg ongan veg Illveðurs kór Og mjørka djór Savnast um meg Krógva tín veg Einsami tú Hvar ert tú nú Ert tú vilstur sum eg Nátt fevnir meg Men uttan teg Fari eg ongan veg
Writer(s): Jon Aldara, John Aki Egholm, Theodoros Goran Kapnas, Remi Kofoed Johannesen, Jenus I Trodini, Esmar Joensen Lyrics powered by www.musixmatch.com
instagramSharePathic_arrow_out