Music Video
Music Video
Credits
PERFORMING ARTISTS
Elinborg
Performer
COMPOSITION & LYRICS
Elinborg Pálsdóttir
Songwriter
PRODUCTION & ENGINEERING
Elinborg Pálsdóttir
Producer
Lyrics
Í morgunroða
Tigandi
Ein tinnukend
Vera í mjúku kvirru
Droymandi yndi
Goymt í vitsku
Ein maður so vænur
Tú dregur meg inn
Í brúsandi sand
Mánaskýggj
Speglast mjúkt í eygum
Elskandi, í skýming
Øll sálarkvøl
Hvarv í tokudalar
Í flógvum mjørka
Úti í opinum
Gjørdist hann mín eydna
Ein droymandi skinn
Hann mín egni
Ið sær við mínum eygum
Eitt loftrúm gleppur í andaneyð
Støðug bivan
Títtar og søkkur
Søkkur heim
Í okkara lítlu smáttu við ánna
Vit heingja klæðini á snórin
Og biðja til gudarnir um sirm
Ævintýrið er mestsum
Gliðið undan hálkuni
Hálkuni undir ilini
Vit klistra hendurnar saman
Lættliga
Oljudroppar
Sum smakka av tí komandi
Blóðið sum melur óendaligt
Blóðið sum melur óendaligt
Sølt orð hvørva inní holdið
Bleyt bros renna millum fingrar
Sølt orð hvørva inní holdið
Bleyt bros renna millum fingrar
Blóðið sum melur óendaligt
Written by: EIVOER PALSDOTTIR, Elinborg Pálsdóttir, Trygvi Danielsen, Tróndur Bogason