Lyrics

Eg gleði meg At sakna teg Tá ið sólin sær á tína síðu Av songini Og eg rembi mær Uttan at hugsa um Hvat eg ljóði sum Og síggi út Eg leingist so Eftir at sakna teg Tá eg veit Nær tú seinast helt um meg Og orðini hanga á rað Uttast á tunguni Millum mítt og títt Fornermaða lag Vit hava góða tíð Sært tú tað blómar enn? Tá ið grasið gulnar hesumegin Kunnu vit flenna í senn Hyggja aftur á Tí sært tú tað blómar enn? Eg við hjartanum í lummanum: "Er tað ov tíðliga enn?" Eg gleði meg At sakna teg Tínar hendur á mínari síðu Síggi fyri mær At tú keypir inn Eitt lítið rundstykki Og ein kaffikopp Við havramjólk í Vit hava góða tíð Sært tú tað blómar enn? Tá ið grasið gulnar hesumegin Kunnu vit flenna í senn Hyggja aftur á Tí sært tú tað blómar enn? Eg við hjartanum í lummanum: "Er tað ov tíðliga enn?"
Lyrics powered by www.musixmatch.com
instagramSharePathic_arrow_out