歌詞

Tú ert brotin. Farin í tvíningar. Veingjaskotin. Finnur onga meining í nøkrum kennir teg læstan fastan í fjøtrum. Hvussu loysir tú henda sálarknút? Hvussu brýtir tú út ímillum tær trongu rimarnar út í ein opnan heim, sum rúmar tær? Dansa vilt í náttini svørtu. Kenna ikki morgunin enn. Okkara brotnu hjørtu taka eitt fet í senn. Eg veit at tú ert ikki ólíkur mær. Undir hyljandi húð vovin úr sama vevnaði. Tráandi eftir eydnuni eins og eg. Dansa vilt í náttini reyðu. Kenna ikki morgunin enn. Berjast ímóti streyminum. Taka eitt fet í senn. Dansa vilt í náttini reyðu. Síggja ikki sólina enn. Ongantíð vóru vit eins og tey. Vit taka eitt fet í senn. Vit taka eitt fet í senn. ...
Writer(s): Eivoer Palsdottir, Trondur Bogason Lyrics powered by www.musixmatch.com
instagramSharePathic_arrow_out