歌词
Hvønn fanin heldur hann seg vera
Hann vildi vera kendur, hatta er krossurin hann má bera Síggji dreingjin allastaðnis eg fari
Hann rópar “hyggji eftir mær” og grenjar um at eg stari Hatta er lívið hann hevur valgt
Ringt at syrgja fyri eitt menniskja ið reypar sær um alt Uppmerksemi er tað einasta hann søkjir
Um tú ikki klárar hitan burdi tú fari út úr køkinum
Falskt smíl, følsk rím, følsk heild
Byrji at forvitnast um tingini ið ikki vera deild
Síggji dreingjin hvønn dag á einari nýggjari gøtu
Men eg havi ongantíð sæð hann í einari erligari løtu
Tað blívur seint nokkso skjótt
Bara feitt, einkji søtt
Sjálvt tey tungu rímini tey kennast onkursvegna løtt
Eg veit ikki um hann lýgur fyri okkum ella sær
Men har er stadigvekk ein spurningur ið manglar eitt svar
Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hvør fanin er hann veruliga
Hann tosar nógv, fyri ein ið einki hevur at siga
Hvør er hann, tá hann ikki stendur á einum palli
Hvør er hann, um hann hvørki verur hoyrdur ella sæddur Hvat er aftanfyri alla arrogansuna og glansin
Tað líkjist bara ósikkurheit, frá einum distansi
Hvat eru veruleikarnir, hann faktiskt stríðist við
Er har nakar Marius, uttan eitt DC?
Og kanska har eru ting, hann ikki burdi deilt
Men eygu vilja síggja, og tey vilja síggja alt
Vit burdu sikkurt bara tosa, um hansara vers eru feit
Men sovornir spurningar teir koma, um tú preachar erligheit Veit hann hann er eygleiddur?
Veit hann hvør hann er?
Veit hann av at vit flenna at øllum ið hann ger?
Veit hann hvat vit hugsa, er tað tilvita?
Tit vita longu hvat eg veruliga vil vita
Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur? Hann spælir so forbanna sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Written by: Marius Dam Christophersen