制作
出演艺人
Marius DC
表演者
作曲和作词
Marius Dam Christophersen
词曲作者
制作和工程
Marius Dam Christophersen
制作人
歌词
Tak tín kross, og ber hann heim Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tínum hugaheim
Uh, eg skinkli runt í myrkrinum
Og uppfinni mær styrkji, inni í dygdarleysum yrkingum Virkar, sum eg bara blívi verri við tíð
Eg veit at mamma mín hon segði hon var errin, men hví? Ein fullvaksin maður, og eg havi ikki klára ein skit
Annað enn at spíta hálvvánaligar bars yvir beats
Eg veit mítt lív akkurát er byrja, men tað følist ikki soleiðis Havi feira 20 ára dagin hjá øllum mínum boys
Eg føli øll blíva vaksin, øll uttan eg
Eg føli øll náa í mál, meðan eg enn eri á veg
Eg føli ikki so nógv, nei, eg føli ikki nakað
Antin føli eg einki, ella føli eg meg svakan
Hati persónin eg síggji, tá eg hyggji í spegli
Langt úti, men eg havi ongan vind í mínum segli Listamaður var navni, áðrenn eg var MDC
Men eg eri ikki ein maður, so hvør fanin eri eg?
Tak tín kross, og ber hann heim Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tínum hugaheim
Eg bólti gjøgnum árini
Og skrivi bara løg um konufólk, ið ikki dáma meg
Klári ikki at skapa, eg eri kreativt frystur
Einki eg geri er perfekt, og eg eri ein perfektionistur
Er hesin teksturin for tristur?
For yvirseriøsur? Ljóði eg erligur, ella bara pretentiøsur?
Fólk tey siga góð list, hon skal koma frá einum nemmum staðið
So burdi eg gjørt hetta lagið?
Tann sjeynda dagin, segði Guð at tað var gott
Eg royni at síggja míni verk, á sama hátt
Eg viðurkenni 10 AM var fanime flott, men eg eri sjáldan stoltur, sjálvt eftir 1001 dag og nátt
So verur nakað nokk?
Sama ger, eg klári ikki at klárgera nakað
Missi hár, spilli ár, felli tár, gerðist svakur
Listamaður var navni, áðrenn eg var MDC
Men eg geri onga list, so hvør fanin eri eg?
Tak tín kross, og ber hann heim Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein So leita í tínum hugaheim
Hvør fanin eri eg
Hvør fanin eri eg?
Typan av spurning, ið ikki skapar ein lort
Ivist um tað næstan hvønn dag, men svarðið er klárt
Eg eri sonur Barbaru, og Niels Una
Tað er hann, eg fucking eri
Eg eri hann, ið koyrir sítt alt, inn í alt eg fucking geri
So siti eg her, og ivist um eg geri tað gott nokk
Fuck off fam, eg eri tann stóri maðurin í Voxbotn
Eg eri FMA vinnarin, eg eri hann ið vann Sement
Eg eri hann ið skítur á um tú heldur tað var fortjent
Eg eri hann ið skrivaði Gasoline, eg eri hann ið skrivaði Feira Eg eri alt tað tú heldur um meg, og eg eri nógv meira
5 ár inn í game’i, eg standi enn og brøli
Spíti eld, í einum proppaðum konserthølið
Eg eri tann eg eri, og eg eri líkaglaður
Mítt navn er Marius, eg eri ein listamaður
Tak tín kross, og ber hann heim Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tínum hugaheim
Ja, tak tín kross, og ber hann heim (Tak tín kross, og ber hann heim) Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein (Segði um tú ikki finnur ein)
So leita í tínum hugaheim
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur? Listamaður.
Written by: Marius Dam Christophersen